NÁMSFRØÐINGUR

Skúlin á Fløtum søkir eftir námsfrøðingi. 

 

Um starvið

Starvið sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum fevnir um at saman við lærarum og hjálparfólkum at skipa  skúladagin hjá næmingum, ið eru partur av sertilboði ella hava serligar avbjóðingar. 

Starvið krevur eginleikar at kunna tillaga seg til tað, sum dagurin hevur at bjóða.

 

Førleikakrøv

Skúlunum tørvar ein námsfrøðing, ið er: 

arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður og sær møguleikar og leggur dent á felagsskapin.

Tann, ið settur verður í starvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Royndir á serøkinum eru ein fyrimunur.

 

Setanarviðurskifti

Starvsøkið er Mentamálaráðið og stovnar undir tí við fyribils starvsstaði í Skúlanum á Fløtum. 

Talan er um starv við setanarbroti 0,55, ið er tíðaramarkað til Skúlaárið 2018/19.

Námsfrøðingastarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Regini Marnersyni, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. august 2018.

Umsóknin verður stílað til: reginm@saf.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, venda sær til Regin Marnersson, skúlastjóra á reginm@saf.fo