Maria og Lív Rósa eru glaðar um vinningin.

Maria og Lív Rósa í 7. flokki: `Øll gøtubørn hava eina fortíð, áðrenn tey enda á gøtuni`


Maria Suma Poulsen og Lív Rósa  Gaini fóru avstað við vinninginum í ummæliskappingini millum 7. floks næmingar. Tær valdu at skriva saman um ungdómsskaldsøguna ALEX DOGBOY eftir Monicu Zak.


Tær siga m.a. nakað  soleiðis um bókina:

Søgan snýr seg um drongin Alex. Sum lítil smádrongur varð hann latin til mostrina. Hann treivst illa hjá henni, tí gjørdi hann av at rýma út á gøtuna. Har vóru nógvir trupulleikar, ilt at finna mat og drekka og okkurt stað at sova. Tey árini hann livdi á gøtuni, fór hann ígjøgnum  nógv, bæði gott og ilt. Vit, ið lesa bókina sleppa  á eina langa og spennandi ferð saman við Alexi.

Við søguni vil rithøvundurin helst siga okkum, hvussu gott vit vanligu fólk hava tað í gerandisdegnum. Monica Zak roynir óbeinleiðis at vísa á, at vit hava einki at grenja um.

Øll gøtubørn hava eina fortíð, eitt lív áðrenn tey enda á gøtuni. Alex hevði sínar ørsøkir, hann føldi, at hann var ikki elskaður av sínum kæru – honum vantaði næstakærleika. Og so bar hann eitt eyknevni ”Dogboy”, tí hann hevði hárvøkstur inni í oyrunum.

Úti á gøtuni ber til at yvirliva, men eisini doyggja. Eitt hart umhvørvi, sum vit ikki vita so nógv um, men sum vit við hesi bókini læra at kenna. Vit geva bókini 4 út av 5 stjørnum.