GÓÐ RÁÐ UM AT MENNA MÁLIÐ HJÁ BØRNUM

Seks nýggir faldarar frá Málmenning við góðum ráðum til foreldur um, hvussu tey kunnu menna málið hjá børnum sínum, eru komnir. Foreldur eru mest týðandi í menningini av málinum hjá børnum sínum. Í faldarunum eru góð og ítøkilig ráð um, hvussu hetta kann gerast, hvussu tú kanst lesa fyri barninum, og hvat tú kanst gera, tá ið barnið ikki tímir so væl. Tað er eisini sera umráðandi, at børn í øllum aldri hava lætta atgongd til bøkur, heima, á dagstovni og í skúla; í faldarunum eru uppskot um góðar bøkur, tú kanst lesa fyri og saman við børnunum í ymsu aldursbólkunum.

Faldararnir eru til foreldur at børnum í aldrinum 0 til hálvt annað ár, 1-2 ár, 3-4 ár, 5-7 ár, 7-10 og 10 ár og eldri og síggjast við at fara á heimasíðuna hjá Málmenning HER.