GÓÐ RÁÐ TIL MUNNLIGU PRÓVTØKURNAR


Munnligu próvtøkurnar byrja í morgin, og næmingar sita longu  fyrireika seg. Til ber til at gera hetta neyvt, so úrslitið verður betri.  

Skipa teg væl í lesifrítíðini, so tú ikki strongir teg sjálvan. Loyv tær eisini at hava fríløtur. Fyri at fáa eina so góða próvtøku sum møguligt, mást tú fyrireika teg sera væl. Les allar tekstirnir so ofta, tað er neyðugt, fyri at minnast og skilja. Tosa við tínar flokfelagar um, hvussu teir gera, og tú skalt ikki smæðast við at spyrja tey, sum vanliga klára seg væl. Tað hevur týdning at minnast nøkur av “gullkornunum”, lærarin hevur givið tær í undirvísingini. Hav notatini við tær, so tú kanst stiga teg til tey. 

 

Tað hevur nógv at siga, at tú ert hvíldur, tá ið tú  kemur til próvtøkuna, hevur álit á tær sjálvum, ert glaður, fólkaligur, heilsar og sigur hvør tú ert. Hetta gevur eina góða byrjan. Skilir tú ikki spurningin, spyr so. Minst til, at arbeiði hjá læraranum er at fáa teg at duga so væl sum gjørligt. Lærarin vil fegin hjálpa tær, so gev honum møguleikan at gera tað.

Um tú gert okkurt skeivt, tak tað so bara róligt. Rætta villuna, um tað ber til, og halt so bara fram, har tú slepti. Øll gera mistøk, men siggj bara til, at fáa tað fram, tú veitst um evnið.

Áðrenn, tú fert inn til munnliga próvtøku er gott at eta frukt, t.d. banan, og drekka eitt sindur av vatni. So hevur tú tað neyðuga í tær til at avrika væl teir næstu 15-20 minuttirnar. 

Annika Marr Poulsen, serlærari, minnir annars á, at fleiri skúlabøkur liggja sum ljóðfílur á i bókini. Fylgið slóðinini HER. Nýt brúkaranavn og loyniorð

 

Góða próvtøku :-)