GESTIR Í HESTI

 

Mikumorgun, klokkan er hálvgum níggju. Lívligt er á Gomlu rætt, Teistin skal út í Hest við Heimara skúla. “Eru øll komin, manglar nakar?” rópar ein lærari og skumpar undir, so næmingar stilla seg í floksrøðini. Øll eru har. Kassar við frukt, kartong við Twix og góðgæti, einki má gloymast. “3.d, á ovasta dekk, b. og a á 1. dekk, men eingin út á dekkið,” tey fáa at vita, hvussu leikur skal vera.


Korter seinni leggur Teistin frá landi, og hendingaríki dagurin byrjar av álvara. Veðurgudarnir eru blíðir, sól lýkka og turt. Høvuðsstøðin er í kjallaranum í svimjihylinum, ið er ein hugnalig bygdarstova. Har er stongt, men Katrin K er staðkend, so hon fer eftir lyklunum. Í meðan savnast øll í túninum til kunningarfund. Ein forvitin hundur gongur ímillum børnini, fregnast, vísir blíðskap, men onkur heldur, at hann er ov naskur. Hann verður tí beindur til húsar heim og tjóðraður fyri rest. “Eingin má vera einsamallur, verið á  asfaltinum, takið upp eftir tykkum ....” Boðini fúka um oyrini, so ilt er hjá øllum at fylgja við. Onkur er bráður, hevur hug at seta spurningar, meðan boðskapurin verður sendur. Tveir reisast, hava hug at renna niðan í bygdarstovuna, men lærarin heldur fast og fær øll at vísa sær ans, tá ið saman um kemur.


Tey fáa frukt, etið verður úti, og so fer 3.a at svimja og hini  sparka, spáka, spæla og stuttleika sær úti. Flokkarnir skiftast um at fara í svimjihylin og soleiðis gongur dagurin. Ein túrur verður gjørdur norður eftir bygdagøtuni fram við minnisvarðanum umleið so langt vegurin røkkur. “... Tær henta sóljur og eru í góðum lag, tær hoppa dansa og sólin skýnir blíð, tær hava gloymt bæði stað og tíð. Og fuglarnir syngja eitt vakurt tónalag....” Fimm gentur ganga fremstar, syngjandi og í sera góðum summarhýri, seta líkasum tíðina í eitt friðsælt tíðarloysi. Men klokkan gongur kortini, og tey skulu øll yvir um aftur.


Hann skuldi sigla kl. 14.45, men Teisitin er seinkaður eitt korter. Tað bilar einki, tí so fáa tey teir minuttirnar afturat í Hesti. “Mamma, vit eru á veg, vera á Gomlu rætt um 5 minuttir,” teskar ein í fartelefonina.  Og so var frálíki túrurin at enda komin.

Myndir: KatrinK&Úlvsá