GENIALT

 

GENIALT

Facebook: Haldi, at átakið hjá Skúlanum á Fløtum hesar tvær vikurnar er fantastiskt. Í skúlataksuni eru ongar bøkur, bert ein hamari og stórur matpakki, nú arbeiðast skal fysiskt allan dagin. Hetta er sanniliga eisini góður lærdómur 4. 5. og 6. flokkarnir fáa í hesum døgum.

Torkil gongur í 5. e, og hann er ein av ídnu handverkarunum, ið reisa smáttu bygdina á Frælsinum. Vit sita í einari lítlari smáttu, og Torkil greiðir frá, at tey skuldu gera  verkætlan, sum snúði seg um at byggja   hús úr  gomlum plattum. Allir næmingar í 4., 5. og 6. flokki eru við. Flokkarnir eru býttir upp, so øll sleppa at seta sítt naglamerki í. Ymisk sløg eru av smáttum, onskustaðni er sølubúð, onkustaðni annar handil, sethús, busskýli  o.a. Torkil sigur, at tey ætlaðu at gera eini vanlig hús, men so bleiv tað til ein handil. Sama standa smátturnar sum ein fitt lítil bygd. Torkili dámar væl hetta arbeiði, stuttligt, tú smíðar, sagar, mátar og roknar og ikki minst samstarvar fyri at fáa alt at ganga upp.

 

Foreldur og onnur eru eisin fegin um tiltakið á Frælsinum. Dúgligt verður skrivað á Facebook:

Haldi, at átakið hjá Skúlanum á Fløtum hesar tvær vikurnar er fantastiskt. Í skúlataksuni (..)  eru ongar bøkur, bert ein hamari og stórur matpakki, nú arbeiðast skal fysiskt allan dagin. Hetta er sanniliga eisini góður lærdómur 4. 5. og 6. flokkarnir fáa í hesum døgum. Her verða hús, bussskýli, spælipláss v.m. bygd úr viði av plattum. Tit eru ófør á SáF.

--

Stórt rós til Skúlan á Fløtum, sum ikki bara í hesum førinum ger eitt gott arbeiði, men á nógvar mátar dugir sera væl at skipa fyri góðum innihaldi fyri trivnað og læring hjá næmingunum. (...). 

----

Síggi yvir á fløtuna hvønn dag, tá ið eg eri til arbeiðis, og tey eru hugagóð. Gott átak og læruríkt, kann eg hugsa mær.

----

Genialt!! Also hatta er eitt gott hugskot! Og fantastiskur lærdómur hjá teimum. Kanska vit fara at síggja fleiri “hyttur” aftur. Tað bygdu vit nógv av sum børn.

--

Frálíkt initiativ...vissuliga góður førningur eisini.

--

Ja, ommudóttirin hjá mær (...) er eisini við. Hon hevur amboðskassa o.a. við hvønn dag.(..). Eingin skúlataska. Eitt gott átak.

---

Ja, herligt at síggja dóttrina fara við kúbeini og hamara í skúla. Góð alternativ undirvísing.

--

Soleiðis! Fleiri livandi handalig og kreativ fak í skúlarnar! Lættari at læra rokning og mál fysiskt!

Ætlandi er smáttubygdin í dag.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=IdH5D7MT1eA]