Frá bókasavninum: Vinnararnir funnir


 

Kappingin um at skriva besta ummælið, sum bókasavnið hevur skipað fyri, er  liðug, og vinnararnir eru funnir. 

 

Tað snúði seg um at skriva um eina bók, eitt podcast, ein sjónleik, ein film ella um eina sjónvarpsrøð. Kappingin hevur verið í tveimum; fyri næmingar í 3. flokki og fyri næmingar í 7. flokki.  Vinnararnir verða avdúkaðir  og vinningarnir latnir í Heimara skúla og á Argjum í morgin.