ELIN VANN



Spenningurin var stórur í Heimara skúla í morgun, tá ið vinnarin í kappingini um at skriva besta ummælið varð avdúkaður. Jørgin umboðaði bókasavnið, og hann takkaði luttakarunum, og segði, at trupult var at døma, hvør nú skuldi fara avstað við vinninginum. Og so læs hann m.a. hetta og okkurt afturat upp:


“Mær dámdi bókina sera væl, tí hon var ótrúliga spennandi og full av fantasi. T.d. er tað sera spennandi, tá ið Alvi og Viggo berjast móti einum myrkum skepilsi, sum kemur úr eini gandabók. Mær dámar sum heild væl fantasibøkur. Eg gevi bókini 10 av 10 stjørnum, tí hon var framúr spennandi og góð. Um tær dámar fantasibøkur, og tú ert millum 9 og 15 ár, er paxrøðin akkurát nakað fyr teg. Les tær! ;-)”


Orðini um  bókina Níðstrongin í paxrøðini,  eigur 10 ára gamla  Elin Bergtórudóttir, ið gongur í 3.d. Hetta er er úr  ummæli hennara, sum sum varð mett at vera tað besta. Men sigast skal, at fleiri av hinum eisini vóru sera góð.


Vinningurin er ein biograftúrur fyri tvey við onkrum góðum aftur við. Hjartaliga til lukku Elin.