EGGIÐ BØRNUNUM AT LESA


Sum foreldur kanst tú gera nógv fyri at stuðla barni tínum at gerast enn betri lesari. Tú kanst vekja forvitnið og lesigleðina hjá barni tínum. Lesing og skriving hava nógv at siga fyri, hvussu barnið klárar seg í skúlanum og víðari í lívinum, og lesing gevur gleði, nærveru, upplivingar og stuttleika alt lívið.

Eitt stórt orðafeingi er ein av mest týðandi fortreytunum fyri at skilja ein tekst. Orðfeingi fært tú við at lesa og tosa um tað, tit lesa og við at tosa nógv við barnið. Sjey ára gamla barnið hevur eitt orðfeingi á 5000-7000 orð; ein seytjan ára gamal, sum ikki lesur, hevur eitt orðfeingi á 15000-17000 orð, meðan ein seytjan ára gamal, sum lesur, hevur meiri enn tvífalt so stórt orðfeingi

Tá ið tú lesur saman við barninum:

> Lat lesiløtuna vera hugnaliga

> Lat barnið velja tekstin ella bókina

> Tosa um bókina, áðrenn tit fara undir at lesa hana

> Tosa um permu, myndir og hvat tit halda, at bókin fer at snúgv seg um

> Steðga á viðhvørt og tosa um tað, tit lesa; tosa um trupul orð hugtøk

> Set spruningar til tekstin og tosa um, hvat tit vænta fer at henda

> Lat barnið lesa hart fyri tær og rætta minst møguligt

> Tosa um søgan minnir  um annað, tit hava lisið

 

Tað hevur týdning, at barnið hevur stóra vitan um verðina, og her kanst tu sum foreldur hjálpa:

> Lat barnið lesa nógv

> Tosa nógv við barnið

> Halt fram at lesa fyri barninum, hóast tað dugir at lesa! At lesa fyri barninum er avgjørt tað besta, tú kanst gera fyri at økja tilvitið um mál

> Upplestur gevur hugna og góðar felags upplivingar

 

Vanliga megnar barnið um 10 ára aldur at lesa einfaldar tekstir. Tað hevur tó týdning, at tú framvegis lesur fyri barninum, soleiðis at tað hoyrir torskildari tekstir og um torskild evni og á henda hátt mennir orðfeingið og fær góðar lesiupplívingar.

 

Lesið bóklingarnar niðanfyri.

LES SAMAN - 7 til 10 ár.pdf   LES SAMAN 7 til 10 ár

LES SAMAN - 10 ár og eldri.pdf   LES SAMAN 10 ár og eldri