DREYMURIN GJØRDIST TIL VERULEIKA


 

Sólja Kallsberg gongur í 9. ð. Seinastu tvær vikurnar hava hon og allir hinir næmingarnir í 9. flokki verið í starvsvenjing. Sólja hevur verið í Kringvarpinum, og tað hevur henni dámað øgiliga væl.  Tá ið hon byrjaði, skrivaði hon soleiðis á sínum facebookvanga: 

 

“Eg havi altíð ynskt at koma í Kringvarpið í starvsvenjing, og nú er dreymurin hjá mær blivin veruleiki. Eg byrjaði í dag í starvsvenjingini, og eg eri longu simpulthen so glað fyri ta upplivingina. Í dag gjørdi eg longu mítt fyrsta innslag, og tað bleiv sent í Degi og viku. ..”

 

Í Starvsvenjingartíðini, sum endaði í gjár,  hevur Sólja umframt at hava  gjørt innsløg til Dag og viku eisini gjørt ymist til barnaútvarpið. Og onkur tónleiksending, ið hon hevur lagt til rættis, verður send seinni.

 

Mikudagin var Sólja í Góðan morgun Føroyar. Hoyrið brot úr sendingini niðanfyri. 

Mynd: Sólja Kallsberg

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=BhWraDiZE2c]