Ársætlanirnar lagdar

Í dag, 14. september, skulu lærarar lata inn  ársætlanir fyri lærugreinirnar, teir undirvísa í. Í okkara skúla er tað flokslærarin sum tekur ímóti og síðani sendir tær til leiðsluna.

 

Ein ársætlan verður skipað í trimum løgum: 

Ársætlan fyri flokkin - Toymið um flokkin leggur ársætlan, sum fevnir um m.a. trivnað, tiltøk, menning og annað. 

Ársætlan fyri lærugrein - Hvør lærari sær leggur ætlan í sínum faki, sum lýsir ætlaðu undirvísingargongdirnar. 

Lýsing av undirvísingargongd - So hvørt sum undirvísingargongdirnar verða framdar, lýsir lærarin, hvat tilfar er nýtt, hvørjum førleikamálum arbeitt verður við og so framvegis. Eisini eftirmetir lærarin so hvørt, hvat hepnaðist væl og hvørji førleikamál vórðu nádd.