7. flokkur

Billedresultat for vejledning

 Val av lærugrein til 8. flokk

Tit skulu nú velja eina ella fleiri vallærugreinir til komandi skúlaár.

Í 8. flokki fara tit at hava 28 kravdar tímar um vikuna. Tit kunnu hava upp til 36 tímar, og tí kunnu tit velja í mesta lagi 8 tímar afturat.

Kravdar lærugreinar eru: Kristni, føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði, søga/samtíð, landafrøði, lívfrøði og ítróttur.

Fyri at verða tikin inn á miðnámsskúla eru hesi krøv :

  • Náttúrubreyt: Alis og evnafrøði
  • Hugbreyt: málleiðin krevur týskt
  • Tilfeingisbreyt: Alis og evnafrøði
  • Tøknubreyt: Alis og evnafrøði

Vallærugreinir, sum tit kunnu velja í 8. flokki eru:

  • Alis og evnafrøði
  • Týskt
  • Motorlæra
  • Handarbeiði
  • Tónleikur og drama
  • Smíð
  • Myndlist
  • Heimkunnleiki