664 børn í fyrsta flokk


Hósdagin í komandi viku fara 664 børn fyri fyrstu ferð í skúla. Í fjør  fóru 716 børn í 1. flokk.  Í Skúlanum á Fløtum vera tveir 1. flokkar í ár.

Komandi skúlaár ganga 83 næmingar í serflokki; serflokkarnir eru 9 í tali, og tann størsti er í Skúlanum á Fløtum.

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6944 næmingar í fólkaskúlanum, í  fjør  vóru teir 6864 í tali. Les eisini í Skúlablaðnum HER.

Kelda: skulabladid.fo