B-FLOKKURIN
Aftara rað frá vinstru: Bjørn Due Hansen, Erlendur Simonsen, Karstin Hansen, Absalon Áargarð, Olaf Johannesen, Jákup Andrias (Dia) Arge.
Fremra rað frá vinstru: Anker Mortensen, Anna Kari Thomsen, Erling Dam, Jákubina H. Hansson, Marita Absalonsen, Mai-Britt Hvíthamar Wamberg, Malan Háberg, Frank D. Jakobsen.
(Elsa Súsanna Dalsgaard, sum eisini var við henda dagin, vantar á myndini)

50 ÁRA MINNI



Augustmánaður er um at vera hálvrunnin, og um fýra dagar fara vit í skúla aftur. Skúlabyrjanin í ár er merkisverd á tann hátt, at liðin eru 50 ár síðan Venjingarskúlin stóð liðugur. Nýggi skúlin skuldi vera venjingarskúli hjá læraraskúlanum, og soleiðis kom navnið.  Venjingarskúlin, ið var, er í dag, søga, men saman við Kommunuskúlanum, er hann kortini  sprelllivandi sum Skúlin á Fløtum. Skúlabygningurin  á Frælsinum er framvegis fólkaskúli, og læraraskúlin er eisini enn á staðnum, men nú undir navninum Námsvísindadeildin, ið er partur av Fróðskaparsetrinum.  Um tvey ár flytur fólkaskúlin út á Fløtur.


Malan Háberg var lærari í Venjingarskúlanum í mong ár, hon gekk í skúla í Venjingarskúlanum, og tók útbúgving á læraraskúlanum. Hon fór í 1.b í spildurnýggja skúlanum í augustmánað  í 1968. 


Malan greiðir soleiðis frá

Fyri einum ári síðan hittust fleiri okkara úr báðum flokkunum á Hvonn at práta um, hvussu vit skuldu hátíðarhalda 50 ára dagin í ár. Dagurin varð settur at vera 1. august 2018. Skjótt varð greitt, at vit skuldu fara til Syðradals, har Thorvald Lütsen, sum gekk í øðrum av flokkunum, og Anni hava garðin.


Í mars í ár varð ein fyrireikingarbólkur úr báðum flokkunum settur at skipa dagin. 

Vit hittust klokkan 15.00 1. august, har vit gjørdu ymisk tiltøk saman, áðrenn farið varð við bussi til Syðradals, har vit settust til eitt vælreitt borð, har borðreitt varð við alskyns góðum føroyskum mati. 



Dagurin gjørdist sera góður, hugnaligur og stuttligur. Vit funnu skjótt “stevið” aftur frá skúlatíðini og mintust á farnu skúlatíðina í Venjingarskúlanum. 

Sigrún H. Brend var borðstjóri, Erlendur Simonsen og  Jógvan Tróndarson spældu gittar undir felagssangirnar og til báðar sangirnar, professionella operasongkvinnan Elsa Súsanna Dalsgaard, sang fyri okkum, Absalon Áaargarð, sum afturat sínum dagliga yrki, er búktalari, hevði Kornelius við sær at bera okkum eina sera stuttliga heilsan, fleiri hildu røðu. Kvøldið endaði við, at Thorvald Lütsen, floksfelagi og vertur, hevði eina serstakliga góða røðu og frágreiðing um Syðradal og garðin har, áðrenn bussurin kom eftir okkum aftur.




Myndir


Fyrsti a-flokkurin, sum fór í spildurnýggja Venjingarskúlan fyri 50 árum síðan:

Aftara rað frá vinstru: Petur Samuelsen, Jógvan Tróndarson, Sigrún H. Brend, Guðrið Poulsen, Súsanna Vinther, Axel Ljósheim, Edmund W. Joensen, Hákun Djurhuus, Poul Johannes Poulsen, Thorvald Lütsen.

Fremra rað frá vinstru: Hanna Marna Selfoss, Maria Heradóttir, Tórfríða Enghamar, Maiken Michaelsen, Súni Andreasen, Rúna í Baianstova.

(Kristin Balle, sum eisini var við henda dagin, vantar á myndini)


Í flokslistunum, sum liggja millum myndirnar niðanfyri, sæst hvørjir næmingar gingu í 1.a og 1.b í Venjingarskúlanum fyrsta árið í søgu skúlans. Julia Vang var flokslærari í 1.a og Jón W. Rasmussen var flokslærari í 1. b.


Fyrsti b-flokkurin, sum fór í ein spildurnýggjan Venjingarskúla fyri 50 árum síðan:

Aftara rað frá vinstru: Bjørn Due Hansen, Erlendur Simonsen, Karstin Hansen, Absalon Áargarð, Olaf Johannesen, Jákup Andrias (Dia) Arge.

Fremra rað frá vinstru: Anker Mortensen, Anna Kari Thomsen, Erling Dam, Jákubina H. Hansson, Marita Absalonsen, Mai-Britt Hvíthamar Wamberg, Malan Háberg, Frank D. Jakobsen. 

(Elsa Súsanna Dalsgaard, sum eisini var við henda dagin, vantar á myndini)



Myndirnar av flokkunum báðum eru tiknar í Syðradali. Myndamaður er Frank Djurhuus Jakobsen.