6.b 2017/18

 Ormurin langi

                                               http://www.youtube.com/watch?v=Bts_v9mqv3g&feature=related

 

1. Viljið tær hoyra kvæði mítt,

viljið tær orðum trúgva,

um hann Ólav Trúgvason,

higar skal ríman snúgva.

 

Glymur dansur í høll,

dans, sláðið ring!

Glaðir ríða Noregis menn

til hildarting.

 

2. Kongurin letur snekkju smíða

har á sløttum sandi;

Ormurin Langi størstur var,

sum gjørdist á Noregis landi.

 

3. Knørrur var bygdur á Noregis landi,

gott var í honum evni:

átjan alin og fjøruti

var kjølurin millum stevna.

 

4. Forgyltir vóru báðir stavnar,

borðini vóru blá,

forgyltan skjøld í toppi hevði,

sum søgur ganga frá.

 

5. Kongurin situr á hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Vit skulu sigla tann salta sjógv,

tað havi eg hugsað leingi.

 

6. Berið nú fram tey herklæði

við brynju og blonkum brandi,

síðani leggið frá landi út,

og siglið frá Noregis landi !

 

 

7. Fróir og glaðir sveinar mæltu:

“Harri, vit skulu tær fylgja, 

um enn tú fert í frið ella stríð,

vit óttast ei bratta bylgju.” 

 

8. Har kom maður av bergi oman

við sterkum boga í hendi:

“Jallurin av Ringaríki

hann meg higar sendi.”

 

9. Kongurin so til orða tekur

bæði við gleði og gamni:

“Sig mær satt, tú ungi maður,

hvat ert tú nevndur á navni?”

 

10. “Einar skalt tú nevna meg,

væl kann boga spenna,

Tambar eitur mín menski bogi,

ørvar drívur at renna.”

 

11. “Hoyr tú tað, tú ungi maður,

vilt tú við mær fara,

tú skalt vera mín ørvargarpur

Ormin at forsvara.”

 

12. Gingu teir til strandar oman,

Ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørðin skalv: 

teir drógu knørr úr neysti.

 

13. Vundu upp síni silkisegl,

út í havið ganga;

so er sagt, at kongurin

hann stýrdi Orminum langa.

 

14. Hetta frættist víða um lond,

at Noregis menn teir sigldu;

Danimarks kongur og Svøríkis kongur

ráðini saman hildu.

 

15. Danimarks kongur og Svøríkis kongur

ganga saman í ráð,

hvussu teir skuldu Noregis kong

skjótt av døgum fá.

 

16. Senda boð til Eiriks Jall

ið væl var borin til evna,

hann skal fylgja í ferðini við,

sín faðirs deyð at hevna.

 

17. Eirikur gongur for kongar inn

við brynju og reyðum skjoldi:

“Ólavur kongur av Noregi

mín faðirs deyða voldi.”

 

18. Jallurin stendur á hallargólvi,

blankt bar spjót í hendi:

“Ólavur kongur síggja skal,

eg hvast mót hvøssum vendi.”

 

19. Gingu teir til strandar oman 

- fagurt var tað lið -

Danimarks kongur og Svøríkis kongur

og Eirikur jallur tann triði.

 

20. Tríggir gingu skipaflotar

út úr Oyrasundi,

Jarnbardur í odda sigldi,

jallurin stýra kundi.

 

21.Danimarks kongur til orða tekur,

letur so orðini greiða:

“Hann, ið Ormin langa tekur,

skal hann við ognum eiga!”

 

22. Eirikur hugsar við sjálvur sær:

“Tó at tú manst tað royna,

tú tekur ikki Ormin langa

við danskari makt aleina!”

 

23. Mælti tað Svøríkis kongurin,

hann helt á brýndum knívi:

“Eg skal Ormin langa taka,

ella lata lívið!”

 

24. Erikur stendur á breiðum bunka,

klæddur í skarlak reyð:

“Tú tekur ikki Ormin langa,

fyrr eg síggi eg tín deyð.”

 

25. Eirikur talar til sínar menn:

“Kempum munnu vit møta;

standið væl og manniliga,

tí blóðug verður gøta!

 

26. Noregis menn á kongsins knørri

kunnu væl beita knív;

gangið væl fram í hørðum stríði,

ella lata vit lív!”

 

27. Eirikur talar til Finn hin lítla:

“Tú skalt hjá mær standa;

tú skalt verja sjálvan meg,

um eg komi í vanda.”

 

28. Løgdu teir á sundið út,

bíðaðu teir har leingi

longdust eftir norskum knørrum,

at berjast mót Noregis kongi.

 

29. Løgdu teir skip við oynna inn,

ætlaðu sær at vinna,

hildu vakt bæði nátt og dag,

norðmenn vildu teir finna.

 

30. Nú skal lætta ljóðið av,

eg kvøði ei longur á sinni;

nú skal eg taka upp annan tátt;

dreingir, leggið í minni!

 

31. Ólavur siglir í Eysturhavið,

ætlar heim at fara;

tá ið hann kom í Oyrasund,

hann sær ein skipaskara.

 

32. Høvdingar tríggir á landi standa,

hyggja út so víða,

sunnan síggja teir knørrin prúða

eftir havi skríða.

 

33. Danimarks kongur til orða tekur:

“Alt mær væl skal ganga:

Krist signi míni eygu tvá,

nú síggi eg Ormin langa!”

 

34. Erikur stóð har skamt í frá,

talar til sínar menn:

“Kongurin av Danimark

hann sær ikki Ormin enn.”

 

35. Har kom fram ein størri knørrur,

dreingir undraðust á,

Svøríkis kongur til jallin talar:

“Nú man eg Ormin sjá.

 

36. Tit leggið nú skip frá landi út,

árar í hendur taka,

latið ei Ólav sleppa so,

fá hann heldur sín maka!”

 

37. Eirikur hyggur í havið út,

talar til sínar menn:

“Tað svørji eg við sannan Gud,

teir síggja ei Ormin enn.”

 

38. Danimarks kongur og Svøríkis kongur

halda á skefti reyða:

“Eirikur jallur ræddur er

at hevna sín faðirs deyða!”

 

39. Vreiður var tá jallurin,

hann mælir av illum sinni:

“Annað skal til enn orðabrask

Noregis menn at vinna!”

 

40. Eirikur stendur á grønum vølli,

tekur nú til ganga;

“Verið nú snarir á skipabunka,

nú síggi eg Ormin langa!”

 

41. Allir sóu Ormin koma,

allir undraðust á hann,

av silki vóru seglini

og stevnið í gull rann.

 

42. Løgdu teir seg í vegin fram

bæði við svørð og spjóti,

norðmenn sóu á Orminum,

teir ivast at halda ímóti.

 

43. Ólavur talar til sínar menn:

“Dýrt skulu teir meg keypa,

ongantíð so ræddist eg stríð,

í dag skal eg ikki leypa!

 

44. Tit leggið nú skip í stríðið fram,

segl á bunka strúka,

latið teir síggja, at Noregis menn 

teir kunnu væl svørðini brúka!”

 

45. Úlvur reyði í stavni stendur,

gott var í honum evni:

“Leggið ei Ormin longur fram,

enn hann hevur longri stevni.”

 

46. Kongurin stendur á lyfting aftur;

í skarlak var hann klæddur:

“Nú síggi eg, mín stavnamaður

er bæði reyður og ræddur.”

 

47. “Kongur, tú sást meg aldri so ræddan,

eg tordi ei á at herja,

goym tú lyfting so væl í dag,

sum eg skal stavnin verja!”

 

48. Vreiður varð tá kongurin,

og Úlvur til orða tekur:

“Blíðka teg aftur, harri mín,

tí vreiði upp angur vekur!”

 

49. Ólavur stendur á bunkanum,

talar til sínar menn:

“Hvør eigur hesi nógvu skip?

Eg kenni tey ikki enn.”

 

50. Svaraði Torkil, kongsins bróðir,

mælir av tungum sinni:

“Danimarks kongur og Svøríkis kongur

vilja tín deyða vinna.”

 

51. “Ræddir eru danskir menn

mót norðmonnum at ganga,

betri var teimum heima at sitið

tann fuglaflokk at fanga.

 

52. Betur kunnu svenskir menn

teir offurbollar strúka 

enn at nærkast okkum so,

at blóðugt svørð skal rúka ”

 

53. Ólavur gekk í lyfting upp,

ræður hann upp at hyggja:

“Hvør eigur hesi stóru skip,

við Ormins bagborð liggja?”

 

54. Svaraði Herningur, kongsins svágur,

letur so orðini falla:

“Tey eigur Eirikur Hákunsson,

hann ber ein yvir allar.”

 

55. Til tað svaraði Ólavur kongur,

frá man frættast víða:

“Skarpur verður hildarleikur,

tá norðmenn mót norskum stríða.”

 

56. Svøríkis kongur mót Ólavi legði

eina morguntíð,

tað var sum í bál at líta,

tá ið skeiðir dundu í.

 

57. Høgdu og stungu Noregis menn

bæði við svørði og spjóti,

títt so fullu teir svensku menn,

sum grasið fýkur av gróti.

 

58. Svøríkis kongur rópar hátt

biður teir undan flýggja:

“Eg havi mist mítt mesta fólk,

tað voldir mær sorg at síggja.”

 

59. Danimarks kongur troðkaði fram,

ætlaði sær at vinna,

norðmenn tóku mót honum fast,

teir donsku menn at tynna.

 

60. Roykur stóð til skýggja upp,

reytt var sund at síggja,

so var sagt, at danskir menn

teir máttu undan flýggja.

 

61. Eirikur leggur mót Ormi fram

við bjørtum brandi í hendi:

“Ikki skal Ólavur rósa av,

at eg snart frá honum vendi!”

 

60. Einar stendur í kapparúmi

við Tambarboga teir kalla,

hvørja ferð pílur at boga dreiv,

tá mundi ein maður falla. 

 

61. Einar stendur í kapparúmi,

óttast ongan vanda,

hann sá reystan Eirik jall

aftur við róður standa.

 

62. Einar spenti Tambarboga,

pílurin streingin strongdi,

pílurin fleyg yvir jalsins høvur,

róðurknappin sprongdi.

 

63. Einar spenti á øðrum sinni,

ætlaði jall at fella,

pílurin fleyg millum arms og síðu,

einki var jalli at bella.

 

64. Eirikur talar til Finn hin lítla

“Eg vil spyrja teg nakað,

hvør er hann, við skørpum skotum

ætlar meg at raka?”

 

65. Til tað svaraði Finnur hin lítli

- blóðugar vóru hendur -

”Tað er hasin stóri maður,

í kapparrúmi stendur.”

 

66. Jallurin mælir á øðrum sinni:

“Tað vil eg tær ráða,

skjót tú handan stóra mann

nú stendur mítt lív í váða.”

 

67. “Manninum kann eg einki gera,

tí hann er ikki feigur,

bogastreingin stilli eg á,

tí maðurin eydnu eigur.

 

68. Einar spenti á triðja sinni,

ætlaði jall at raka,

tá brast strongur av stáli stinna,

í boganum tók at braka.

 

69. Allir hoyrdi streingin springa,

kongurin seg forundrar:

“Hvat er tað á mínum skipi,

so ógvuliga dundrar?”

 

70. Svaraði Einar Tambarskelvi

- kastar boga sín -

“Nú brast Noregi úr tínum hondum,

kongurin, harri mín!”

 

71. “Í Harrans hond mítt ríki stendur 

og ikki í Tambarboga;

tak tær ein av mínum bogum,

vita, hvat teir duga!”

 

72. “Veikir eru kongsins bogar!”

Einar ræður at svara.

“Eg skal taka upp skjøld og svørð,

og høgg skal eg ikki spara!”

 

73. Enn stóð fólk á báðum stavnum,

man meg rætt um minnast,

syrgiligt var á miðjum skipi,

tí har tók fólk at tynnast.

 

74. Eirikur sprakk á Ormin upp,

væl bar brand úr hendi,

Herningur leyp úr lyfting niður,

aftur ímót honum vendi.

 

75. Bardust teir á miðjum skipi

vil eg frá tí greiða,

øvigur mátti jallurin leypa

aftur á Jarnbard breiða.

 

76. Jallurin valdi sær reystar garpar,

fáir finnast slíkir,

snarliga aftur á Ormin sprakk,

tá mátti Herningur víkja.

 

77. Úlvur reyði úr stavni loypur,

nú er stavnur reyður,

so fleyt blóð á Orminum,

at knørrur sýntist reyður.

 

78. Hart stóð stríð á miðjum skipi,

svørð mót skjøldrum gella,

Úlvur og Einar, frægar kempur,

Eiriks garpar fella.

 

79. Eirikur var á øðrum sinni

aftur á bunkan rikin,

tá sá hann, at stavnurin

á Orminum var tikin.

 

80. Jallurin mannar seg triðju ferð:

“Nú skal ikki dvína !”

Tá fall Úlvur og Herningur

við øllum dreingjum sínum.

 

81. Kongurin rópar í lyftingi:

“Nú er tap í hendi;

leypið í havið, mínir menn,

her verður ei góður endi!”

 

82. Kongurin leyp í havið út,

garpar eftir fylgdu,

kongsins bróðir síðstur var,

hann gjørdu, sum kongur vildi.

 

83. Eirikur fekk tá Ormin langa,

eingin annar kundi,

tók hann sjálvur róður í hond

og stýrdi honum frá sundi.