3. FLOKKUR HEVUR KONSERT Í LÆRARASKÚLAHØLLINI


Tað er hóskvøld, og klokkan er fimm:

“Vit bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga væl komin til konsert hjá triðju flokkunum. Vit fara at hava upplestur, sang og tónleik. Vónandi fáa vit eina góða løtu saman.” Tveir næmingar hava skiftivís orðið vegna 3. flokkarnar.

“Fyrst fara vit at hoyra um sóljuna – tjóðarblómu okkara,”  tey greiða frá, meðan stóra barnakórið stendur á pallinum aftanfyri, og foreldur, systkin og onnur avvarðandi sita í høllini og líða á. “Í 2005 gjørdist mýrisóljan tjóðarblóma okkara. Tað varð avgjørt við atkvøðugreiðlsu á alnetinum, har øll høvdu møguleika at luttaka. Átta ymiskar blómur vóru í uppskoti. Úrslitið var, at sóljan lá klárt á odda og gjørdist okkara tjóðarblóma. Eitt gott val, sum vit kunnu gleðast um.” Tey bæði ynskja øllum gott summar og takka fyri, at tey vildu lurta. Og skráin heldur fram: Vár við lyggjum vindi, Í Trøðum á Sandi, Summardagur, Karin, Yrking um vinalag, sum gentur í 3.a yrkt og syngja við rørslum afturvið og Vinir. Tveir næmingar úr 3.b enda løtuna og takka væl  fyri góðu uppmøtingina.

 

Sí myndir og upptøku.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=XBsPatCZs54&feature=youtu.be]